Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Blað um Krabbameinsfelagið

21/2/2017

Blað um Krabbameinsfelagið


Fyri at Krabbameinsfelagið kann hjálpa so væl sum til ber, mugu so mong sum gjørligt vita, hvørja hjálp vit veita, og tí hava vit tikið stig til at geva út eitt blað saman við Sosialinum.


Í blaðnum eru samrøður við Sædis Eilifsdóttir, Henry Fjallstein, Anne Marie Gøricke, Otto Gram og Heidi Hvidbro, sum eru nøkur teirra, sum hava leitað sær hjálp hjá Krabbameinsfelagnum farnu árini. Umframt tað eru eisini greinir um, hvat krabbamein er, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja krabbameini, hvørji tilboð felagið hevur, hvussu felagið varð stovnað, og hvørjar royndir ráðgevingarstovan hjá felagnum hevur. Felagið vónar, at blaðið kann varpa ljós á teir spurningar, tú kanska hevur um krabbamein.

Stuðlað blaðútgávuni hava: JFK, Samskip, Tryggingarfelagið Føroyar, Svend Krosstein og Trygd.