Bjørt savnaði pening til Krabbameinsfelagið við at renna ½ maraton kring um í Evropa
4/5/2026

Bjørt savnaði pening til Krabbameinsfelagið við at renna ½ maraton kring um í Evropa
Bjørt Askham Sigurðsson, úr Klaksvík, hevur síðani september í fjør runnið hálvmaraton í fleiri ymsum londum í Evropa. Endamálið við hesum megnar avriki hevur verið at savna pening til Krabbameinsfelagið, og samstundis varpa ljós á krabbamein og arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnumfelagnum.
Londini, sum Bjørt hevur runnið í, eru Tjekkia, Týskland, Danmark, Portugal, Spania og Wales.
Í síðstu viku handaði hon Krabbameinsfelagnum eina peningagávu á 26.000 krónur.
Vit eru sera takksom fyri hesa flottu gávu og fyri hennara stóra innsats.