Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bert fyri menn - kvinnur onga atgongd

31/10/2014

Bert fyri menn - kvinnur onga atgongd

Soleiðis ljóðaði yvirskriftin til fyrsta átakið ímóti krabbameini hjá monnum. Tiltakið, ið var á Hotel Føroyum mikukvøldið 1. september 2010, var ætlað monnum sum hava ella hava havt prostatakrabba og fyri allar aðrar menn, ið hava áhuga fyri evninum. Ætlanin við tiltakinum var at fáa í lag stovnan av einum sjálvhjálparbólki fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba, og hevði krabbameinsfelagið heitt á meg um at standa fyri hesum bólki. Hesum játtaði eg áðrenn fundin.

“Menn, ið hava, ella hava havt prostatakrabba” er mett sum eitt jaligt slagorð hjá sjálvhjálparbólkinum. Tí um ein slík sjúka, eins og aðrar við, verður staðfest nóg tíðliga, eru góðar vónir fyri at tær verða lektar. Men trupulleikin millum menn er júst hesin, at teir ofta aftra seg við at vera nóg uppsøkjandi viðvíkjandi læknakanningum.

Her er tað so at felagsskapurin Movember, ið virkar um meginpartin av heiminum, kemur inn í myndina fyri at varpa ljós á júst hetta, at lurta eftir ávaringum ið kroppurin gevur. Her er tað at kvinnurnar eisini skula verða við til at hjálpa monnunum. Júst tí kvinnan er øðrvísi enn hvat vit menn eru á hesum øki. Menn lurta vanliga og akta kvinnuna. Vit bera yvirskegg allan november mánað fyri at minna hvønn annan á at taka væl um og virða heilsu okkara.

Orðið Movember, ið er sprottið úr orðinum moustache, ið merkir yvirskegg. Tað at nakrir av okkum mannfólkum fara at síggja nakað øðrvísi út enn vit vanliga plaga, ger júst tað at onnur koma at hugsa um hví ella spyrja inn til hesar menn við yvirskeggi - og fyri tann skuld eisini tær kvinnur, har ið hetta letur seg gera, hví hesi brádliga hava broytt útsjónd.

Annars vil eg sum formaður fyri sjálvhjálparbólkin kunna um hesar regluligu fundir í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum. Hesir eru allir lýstir við skrá, sum kemur á heimasíðuna www.krabbamein.fo. Allir, ið eru skrásettir í sjálvhjálparbólkinum, fáa fundarboð sendandi.

Eg vil enda við eini áheitan á allar menn um at lata yvirskeggið vaksa frá 1. november fyri at standa saman um tiltakið Movember.

Eirikur Ólason Simonsen

Formaður í bólkinum fyri menn, sum hava, ella hava havt prostatakrabba