Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Ársfrágreiðing felagsins 2006

20/4/2006

Virksemið í Føroya Felag móti Krabbameini veksur støðugt. Alsamt fleiri sjúklingar, avvarðandi og onnur seta seg í samband við Ráðgevingarstovuna hjá felagnum at fáa ráð og leiðbeining. Og í samsvari við, at uppgávurnar vaksa, varð eitt starvsfólk sett aftrat í starv í felagnum.

Mammografiscreening

Mammografiscreening var sett á dagsskrá enn eina ferð, fyrst í fyrilestri í sambandi við aðalfundin hjá felagnum og síðan á fundi við landsstýrismannin í heilsumálum, sum hevur ætlanir um at seta í verk mammografiscreening í 2008.
Ljós varð varpað á húðkrabba í fjølmiðlunum í sambandi við, at talið á húðkrabbatilburðum er økt nógv seinastu árini.

Krabbameinsskrásetingin

Krabbameinsskrásetingin virkar enn ikki til fulnar, felagið heldur framvegis á at ávirka og eggja myndugleikarnar soleiðis, at hon verður nøktandi. Og eisini tá ið talan er um at seta í verk eina krabbameinsætlan fyri Føroyar.

Sorgartilbúgving

Ein triðingur av fólka- og miðnámsskúlum landsins hava evnað sorgartilbúgving. Krabbameinsfelagið tók stig til at skipa fyri væleydnaðum skeiði um børn, sorg og skúla fyri lærarum og pedagogum í skúlum og stovnum, ið enn ikki hava evnað sorgartilbúgving. Eisini hevur umboð fyri felagið hildið fyrilestur í skúlum og stovnum um børn og sorg, umframt á arbeiðsplássum um, tá starvsfólk verða rakt av álvarsligari sjúku.
Av øðrum kunnandi tiltøkum í árinum skipaði Krabbameinsfelagið saman við Fyribyrgingarráðnum og øðrum feløgum fyri upplýsandi degi í samband við altjóða tubbaksfría dagin.

Almanna- og heilsumálaráðið

Krabbameinsfelagið hevur heitt á Almanna- og heilsumálaráðið um at stuðla felagnum, soleiðis at tað kann halda fram í eini verkætlan hjá NCU um rehabilitering av krabbameinssjúklingum. Felagið hevur í hyggju at fara undir eina føroyska royndarverkætlan, soleiðis at tað kann verða kannað, hvør tørvurin er á rehabilitering av krabbameinssjúklingum og avvarðandi. Vit vóna eisini at koma fram til úrslit, sum kunnu vekja áhuga í okkara grannalondum.
Í fjør var eisini árið, har felagið fekk fullan limaskap í NCU.

Nýggjur faldari

Felagið hevur latið gera nýggjan faldara um felagið, sum saman við árliga lutaseðilinum er sendur út í hvørt hús í Føroyum. Í heyst fór felagið undir at selja vælumtóktu gummiarmbondini. Tey fyrstu 2000 vórðu seld eftir stuttari tíð. Fyri at økja um inntøkumøguleikarnar hjá felagnum hevur Krabbameinsfelagið søkt um stuðul frá kommununum og hevur í hesum sambandi havt fund við størstu kommununa í landinum.

Palliativt toymi

Felagið fylgir annars væl við, hvat hendir á krabbameinsøkinum og roynir at gera sína ávirkan galdandi har tað er neyðugt, soleiðis at umstøðunar hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra gerast betur. Í fjør eydnaðist loksins at seta á stovn eina palliativt toymi á Landssjúkrahúsinum. Felagið heldur á, at streingja á Landssjúkrahúsið at fáa sett onkolog í starv.

Okkara millum

Tekstsavnið Okkara millum, ið Krabbameinsfelagið gav út í 2004, fekk mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens.

Nógv virksemi

Nógv virksemi, hugnaløtur, fyrilestrar og undirvísing, hevur verið í undirbólkunum í Krabbameinsfelagnum. Eitt nú eru limirnir í bróstkrabbabólkinum skúlaðir, soleiðis at teir eru førir fyri at arbeiða sum sjálvboðin, at samtala við fólk í kreppu og at arbeiða sum sjálvboðin stuðulspersónur.
Allan oktober varpaði felagið ljós á bróstkrabba. Felagið fekk ein kekk á kr. 5000,- frá tíðarritinum Kvinnu til frama fyri arbeiðið móti bróstkrabba. Sølan av ljósareyðu sloyfuni fekk góða undirtøku.

Foreldrabólkurin

Foreldrabólkurin skipaði enn eina ferð fyri væl eydnaðari útferð fyri familjur, sum hava ella hava havt krabbamein, hesa ferð til Gjáar. Í fjør var nýggjur undirbólkur stovnaður, ein bólkur fyri kvinnur við undirlívskrabba. Krabbameinssjúklingar hava nakrar ferðir um árið høvi at fara á væl umtóktu skeiðini Look good feel better.

Nýggj heimasíða

Felagið hevur fingið nýggja heimasíðu við hópin av hentum upplýsingum og ráðum, umframt kunning um nógv, ið rørir seg á krabbameinsøkinum.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður hava á fundi við felagið boða frá, at ein føroysk virkisætlan á krabbameinsøkinum verður við í eini fólkaheilsuætlan.

Fyribils hagtøl

Fyribils hagtøl fyri krabbamein 2005 vísa, at tilsamans vóru 228 tilburðir. Útgreinað vísa hesir tilburðir m.a. 20 við bróstkrabba, 14 við lungnakrabba, 17 við tjúkktarmskrabba, 18 við endatarmskrabba, 37 við húðkrabba og 15 við móðurmerkjakrabba.

Vit takka fyri gott samstarv við heilsumyndugleikarnar og øll onnur, ið avvarða krabbameinssjúklingar.

Eisini takka vit øllum, ið hava stuðla okkum fíggjarliga og á annan hátt.

Tórshavn 19. apríl 2006

Jákup N. Olsen

Nevndarlimir valdir á aðalfundinum:

Nevndin hevur skipað seg:
Jákup N. Olsen, formaður.
Helena Dahl Olsen, næstformaður.
Agnar á Dul, kassameistari.
Davina Lamhauge, nevndarlimur.
Erik Wandall, nevndarlimur.
Tiltakslimir: Jónvør Christiansen og Birita Ludvíksdóttir Poulsen.

Í nevndini fyri Hjálpargrunnin sita:
Jákup N. Olsen, Helena Dahl Olesen,og Erik Wandall.