Arbeiðsbólkur skal gera krabbameinsætlan fyri Føroyar
Yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í viðgerðargongdini, eins og skyldan hjá heilsuverkinum at veita áløgdu tænastuna sambært yvirskipaðu krabbameinsætlanini, skal við hesum gerast meira týðilig.
Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum, ið verður settur, er orðaður soleiðis:
Arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum er:
• at lýsa verandi støðu viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Føroyum,
• at lýsa, hvørjar avbjóðingar eru fyri framman viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Føroyum,
• at gera tilmæli um eina samlaða strategi fyri fyribyrging, diagnostik, kanning, viðgerð, rehabilitering og palliativan (linnandi) stuðul til sjúklingar við krabbameini.
• at gera tilmæli um, hvørji tiltøk kunnu verða sett í verk, fyri at styrkja krabbameinsgranskingina í Føroyum.
• at lýsa fyristingarligar, starvsfólkaligar og fíggjarligar avleiðingar av uppskotunum.
Umframt arbeiðsbólkin, verður eisini ein stýrisbólkur og ein breitt umboðandi tilvísingarbólkur settur.Í fyrstu syftu verða stýrisbólkurin og arbeiðsbólkurin settir. Eftir at arbeiðið er komið í gongd, verður tilvísingarbólkurin settur.
Arbeiðið verður sett í gongd í byrjanini av desember mánaða og skal eftir ætlan verða liðugt í seinasta lagi 1. oktober 2008.Á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er peningur settur av til ein skrivara/samskipara, ið burturav verður knýttur at hesum arbeiði.
Almanna- og heilsumálaráðið 27. november 2007