Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Altjóða samstarv millum Krabbameinsfeløg

14/12/2012

Til hendan fundin hevði NCU bjóðað stjórunum í altjóða Krabbameinsfelagsskapinum UICC: Cary Adams, og stjóranum í europeiska Krabbameinsfelagsskapinum ECL: Wendy Yared. Hetta fyri at umrøða møguleikar fyri einum tættari framtíðar samstarvi. Vit arbeiða øll fyri sama endamálið, og um vit sameina orkuna á økinum er betri møguleiki fyri at náa á mál saman. Fundurin gekk væl, og høvdu allir partar okkurt við sær í skjáttuni at hugsa um eftir fundin. Nordic Cancer Union fegnast um vælviljan frá bæði UICC og ECL til framtíðar samstarv.

Á myndini eru frá høgru:

UICC: Cary Adams, stjóri, NCU: Jákup N. Olsen, formaður og ECL: Wendy Yared, stjóri

Vinarliga/Kind Regards

Jákup N. Olsen

Formaður/Chairman