Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Alment tiltak um lip- og lymfødem

8/10/2019

Alment tiltak um lip- og lymfødem      

Mikukvøldið 30. oktober skipar Krabbameinsfelagið fyri almennum tiltaki um lip- og lymfødem. Malene Iversen, fysioterapeutur við sergrein í lip- og lymfødem, ið starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, fer at greiða frá um lip- og lymfødem og um viðgerð av hesum. Malene kemur m.a. inn á:

  • Lymfuskipanina sum ein partur av okkara blóðrensli og mótstøðuførði
  • Ymisk sløg av lymfødem – likamligar avjóðingar, sum hetta viðførur
  • Ymisk sløg av viðgerð, royndir og gransking
  • Umhugsni og góð ráð

Eisini fara Anne Lisa Davidsen og Eyðbjørg Djurhuus at siga frá eini Workshop hjá DALYFO (Dansk Lymfødem Forening) tær hava verið á. So kom og fá tær ein drekkamunn og hugna tær saman við okkum hetta kvøldið.

Tiltakið verður mikukvøldið 30. oktober 2019 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegnum 58 í Havn.

Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mánadagin 28. oktober kl. 12.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.

Vinaliga

Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna í Lip- og lymfødembólkinum