Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Almennur fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð

14/9/2018

Almennur fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð

Mánakvøldið 24. september kl. 19.00 verður fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og viðgerð. Fyrilesturin verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøta 9 í Havn.

Fyrilesturin heldur Marianne Nord Hansen, forkvinna í seinfylgjufelagnum í Danmark. Marianne Nord Hansen hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár ráðgivið og vegleitt fólki, sum hava seinfylgjur.

Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri verða frísk. Tað eru tíverri nógv sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Seinfylgjurnar kunnu vera til stóran ampa, og tær kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin.

Marianne Nord Hansen fer at greiða frá vanligastu seinfylgjunum og hvør viðgerð er fyri tær. Eisini hvat kann verða gjørt fyri at lætta um og hvørjum hildið skal verða eyga við, tá ið tað talan er um seinfylgjur.

Fyrilesturin verður mánakvøldið 24. september kl. 19.00 í Smæruni í húsinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn.

Ætlar tú tær at koma, sig so frá á kmf@krabbamein.fo ella ring 317959.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.