Almennur fundur: Kom á tal við Almannastovuna
Føroya Felag móti Krabbameini skipar fyri almennum fundi mikukvøldið 14. mars 2007 kl. 19 í hølunum hjá felagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn.
Á fundinum fara Eyðvør Mortensen og Maria Jacobsen, frá Almannastovuni, at greiða frá, hvussu mannagongdin er, tá ið tú sendir Almannastovuni umsókn og til tú fært svar haðani.
Tú fært at vita, hvørjar leiðreglur málsviðgerðarnir hava at ganga eftir; tú kanst eisini fáa svar upp á ítøkiligar spurningar, men á hesum fundinum fara málsviðgerðarnir ikki í einstøk ítøkilig mál og kunnu tí ikki svara persónligum spurningum.
Tú fært høvi at seta spurningar á fundinum, men tú ert eisini vælkomin at skriva ella ringja spurningar inn fyri fundin.
Gert tú tað, kanst tú verða vís ella vísur í, at tíni ivamál ella trupulleikar verða lýstir og tínir spurningar svaraðir.
Orðstýrari verður sosialráðgevin hjá felagnum, Karen Heinsen, sum eisini kann svara tínum ivaspurningum áðrenn fundin.
Øll eru vælkomin!