Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Aðalfundur

8/4/2007

Hósdagin 12. apríl klokkan 17.30 verður aðalfundur í Føroya felag móti krabbameini í Listaskálanum.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Eftir aðalfundin klokkan 19.00 verða almennir fyrilestrar um etikk. Etikkur er nógv uppi í tíðini, eisini í mun til viðgerð og røkt av krabbameinssjúklingum.

Tosað hevur í nógv ár verið um, hvørjar etiskar leiðreglur eiga at verða galdandi á økinum, men enn hava vit onki alment etiskt ráð í Føroyum.

At seta hol á hetta kjakið í krabbameinshøpi fer Jóannes Eidesgaard, løgmaður og verji hjá felagnum.

Síðan fer Maria Aakre, leiðari í etiska ráðnum hjá norska sjúkrarøktarfrøðifelagnum, at halda fyrilestur um etiska tvídráttin, tá ið tað ræður um krabbamein og deyða.

Fyrilesturin kallar hon: "Den etiske fordring (eller etiske dilemma) i møtet med kræft og død."

Sum sjúkrarøktarfrøðingur á St. Olavs Hospitali í Tróndheimi í nógv ár hevur Maria Aakre gjørt vart við seg í spurninginum um etikk og etiskar leiðreglur í heilsuverkinum, eisini innan krabbameinsøkið.

Øll eru vælkomin til fyrilestrarnar.