Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

161 Yvirskegg

11/11/2015


161 Yvirskegg


Fyri nøkrum árum síðani varð ein bók givin út í samband við Movember-rørsluna. Hetta var eitt samstarv millum Føroyaprent, Rit&Rák, Fotostudio og bókhandlarnar í Føroyum. Tann 30. november í 2014 varð so ein kekkur handaður til Krabbameinsfelagið. Væl var tikið undir við bókini og tilsamans var upphæddin 42.826,00 kr. Øll inntøkan av søluni fór óskerd til Krabbameinsfelagið. Í 2011, tá bókin var givin út, var peningurin savnaður inn til gransking í prostatakrabba.

Movember
Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa, fyri at varpa ljós á og savna pening, til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum.

Enn møguleika
November 2015 er illa nokk hálvrunnin, so enn er møguleiki hjá øllum monnum at fáa sær eitt movember yvirskegg.

 



Á fyrru myndini síggjast frá vinstru: Eirikur Ólason Simonsen frá Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen formaður í Krabbameinsfelagnum, Kári Árting frá Rit&Rák og Jon Hestoy frá Føroyaprent. Á hinari myndini eru tað Jansy Gaardlykke dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum og Jon Hestoy.

Allar myndirnar í bókini finnast nú á netinum og kunnu síggjast her:

http://www.foroyaprent.fo/161-yvirskegg/

Sí annars:

http://www.facebook.com/pages/Yvirskegg/291682504204821

http://www.movember.com