Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

13. juni var fundur fyri menn, ið hava ella hava havt krabbamein í prostata

31/5/2012

Mikukvøldið 13. juni kl. 19.00 skipaði bólkurin hjá Krabbameinsfelagnum " Menn, ið hava ella hava havt krabbamein í prostata" fyri einum fundarkvøldi. Á skránni varð prát og hugnalig samvera.

Endamálið hjá bólkinum er: At koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, veita hjálp til sjálvhjálp, umframt at savna vitan um prostatakrabba, upplýsa um fyribyrging og skipað fyri ymsikum tiltøkum.

Fundirnir eru vanliga í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn.

Allir menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba eru hjartaliga vælkomnir.

Næsta tiltak hjá monnum í Prostatabólkinum verður í september-mánaða, lýst verður á heimasíðuni, tá ið tíðin nærkast.