Aktuelt - Rørsla
Royn Qigong Við Krabbameinsfelagnum
6/1/2026

Krabbameinsfelagið bjóðar øllum, sum hava seinfylgjur av krabbameinssjúku og viðgerð at koma og gera Qigong í Grønlendingahúsinum. Vit byrja at venja aftur 21. januar og venja mikudagar frá kl. 13.00 - 14.00.
Um tú hevur hug at royna Qigong kann tú venda tær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Tilmelding áðrenn mánadagin 19. januar kl. 15.00.