LJÓSAREYÐUR OKTOBER - Keyp eitt helsi og stuðla gransking
.avif)
Í oktober á hvørjum ári varpar Krabbameinsfelagið ljós á bróstkrabba og týdningin av at stuðla arbeiðinum móti sjúkuni.
Í hesum sambandi hevur tað afturvendandi verið møguligt, at stuðla gransking og arbeiðinum hjá bróstkrabbabólkinum Bót til bata á ymiskan hátt – og soleiðis verður eisini í ár.
Í ár selur Bót til bata helsi, helsini eru brún og hava ljósareyða sloyfu. Sølan byrjar mánadagin 28. september.
Helsini fáast til keyps á:
- Tjaldurs Apotekið
- Eysturoyar Apotekið
- Norðoya Apotekið
- Vága Apoteki
- Suðuroyar Apotekið
- Hjá Finngerð Mikkelsen í Vági
Kostnaður: 100 kr. stk.
Tá tú keypir eitt helsi stuðlar tú samstundis gransking og arbeiðinum hjá Bót til bata.
Takk fyri stuðulin!