Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Jólaheilsan 2025

Gleðilig jól

12/12/2025

Góðu tit!

Sanniliga stóðu vit…

Saman um krabbamein

Vit eru bæði ovfarin og eyðmjúk um góða úrslitið av landsinnsavningini hjá Krabbameinsfelagnum. Innsavningarkvøldið tann 26. oktober komu góðar 5,5 mió. krónur inn. Síðani tá er upphæddin áhaldandi hækkað til endaliga úrslitið, sum nú er 6,7 mió. krónur.

Alt hetta bar bara til, tí tit veittu stuðul og vælvild, og nýta vit við hesum høvi at senda øllum

sjálvbodnum hjálparfólkum
stuðlum – einstaklingum, fyritøkum, feløgum, skúlum
luttakarum í sendingini
tónleikarum
listafólkum

eina hjartans tøkk.

Sanniliga stóðu vit “Saman um krabbamein” aftur hesaferð.

Tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig og friðsæl jól og eitt gott og eydnuríkt nýggjár við tøkk fyri gott samstarv og dyggan stuðul í farna ári.

Við jólakvøðu

Krabbameinsfelagið