Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksvík?
TILTAK: Aftur í ár skipar bróstkrabbabólkurin Bót til bata saman við ítrottarfelagnum Treysti fyri gangi- og rennitiltaki í Klaksvík.
Dámar tær væl at røra teg og vera úti í frískari luft saman við øðrum? Sett kross í kalendaran leygardagin 26. oktober og kom við til ein hugnaligan dag, har vit renna og ganga saman. Vit hittast á rennibreytini í Klaksvík leygarmorgunin klokkan 11.00, tá ið tiltakið byrjar.
Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Keyp lutaseðil og stuðla bróstunum
Í tíðarskeiðnum 1. – 25. oktober ber til at stuðla arbeiðinum hjá Bót til bata og Krabbameinsfelagnum við at keypa lutaseðlar, sum verða drignir í sambandi við rørslutiltakið í Klaksvík tann 26. oktober. Nærri kunning um, hvar tú kanst keypa lutaseðlarnar, kemur seinni.