Hugnakvøld við fyrilestri
TILTAK: Bót til bata skipar fyri hugnakvøldi 28. oktober í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58. Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum teimum, sum hava ella hava havt bróstkrabba.
Mánakvøldið 28. oktober klokkan 18.00 skipar Bót til bata fyri hugnakvøldi við fyrilestri, ið ber heitið: ”Nýt tann djúpa andadráttin, og fá ró á títt nervalag".
Umframt at hugna tær og hitta onnur í líknandi støðu, fært tú eisini møguleikan hetta kvøldið at hoyra Kirstin Ellingsgaard, sum er útbúgvin ergoterapeut og qigongvenjari, greiða frá um djúpa andadráttin og um, hvussu hetta kann ávirka tín gerandisdag og hjálpa tær til eitt heilsugott lív. Djúpi andadrátturin sissar títt nervalag og skapar ró, og tú lærir betur og betur at varnast tínar góðu kropskenslur.
Tilmelding fer fram við at ringja tel. 317959, ella umvegis teldupostin kmf@krabbamein.fo.
Vit gleða okkum at síggja teg.