Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
    • Gransking
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Privatpolitikkur
  • Covid-19
  • en

Covid-19

Kunning um Coronavirus til fólk við krabbameini

 

Um tú hevur krabbamein, ert tú í vandabólki at fáa smittu við coronavirusi. Tú eigur at vera serliga ansin og fylgja ráðunum hjá heilsumynduleikunum, ið kunnu lesast her.

 

Vit ráða tær til at seta teg í samband við viðgerðarstað ella lækna, um tú ivast í  hvørji serlig fyrivarni eru galdandi í tínari støðu.

 

 

Sum krabbameinssjúklingur kanst tú gerast stúrin um útbrotið av coronavirusinum (Covid-19), sum nú aftur er staðfest í Føroyum. Hjá Krabbameinsfelagnum fylgja vit væl við støðuni og fylgja ráðunum hjá heilsumynduleikunum.

 

Krabbameinsfelagið mælir til, at tú fylgir við kunningini  hjá heilsumynduleikunum: Hjá Landslæknanum, hjá Heilsumálaráðnum, umframt hjá Kræftens bekæmpelse.

 

Viðmælini hjá heilsumynduleikunum til fólk í vandabólki:

  • skýggja støð, so sum, størri tiltøk har nógv fólk eru savna tætt saman og vit mæla t.d. frá at tú nýtir almennar ferðslumiðlar í ringastu ferðslu tíð.
  • Hav gott hondreinføri og vaska hendurnar væl um tú hevur nomið við t.d. eitt handtak og eisini tá tú kemur heim. Umhugsa at nýta hanskar tá tú fert út.
  • Lat vera við at nerta við nøs, munn og eygu, um tú ikki hevur reinar hendur, tí virus vanliga smittar frá hondum til slímhinnurnar í nøs, munni og eygum.
  • Halt  frástøðu til fólk, ið hava sjúkutekin so sum hosta ella njósi, tí smittuspjaðing hendir ofta við dropum frá hosta og njósa, ið kunnu spjaða seg gjøgnum luftina í 1-2 metrar frástøðu og á hendan hátt smitta onnur gjøgnum munn, nøs og eygu. Droparnir fella tó skjótt til jarðar og verða ikki hangandi í luftini.
  • Fylg við almennu ráðunum um reinføri og verumáta í samfelagnum, sum tú kann lesa um omanfyri t.d. ikki taka í hondina og ikki klemma og mussa.
  • Um tú hevur tørv á serligari ráðgeving viðvíkjandi júst tíni sjúku, eigur tú at tosa við tín lækna.

 

Ráðgeving

Tú er vælkomin at seta teg í samband við Krabbameinsfelagið.

 

Tú kann ringja hvønn dag millum 13 og 15 á telefon 317959. Um tú ringir uttanfyri telefontíð ber til at leggja boð á telefonsvararan og vit ringja teg upp aftur.

 

Heilsumálaráðið hevur corona ráðgeving, sí meira á corona.fo, ella ring á telefon 304040 mánadag - fríggjadag frá kl. 10.00 til 15.00.

 

Um tú hevur tørv á ráðgeving í mun til ítøkiligan tilburð av sjúku, hjá tær sjálvum ella einum avvarðandi, eigur tú at seta teg í samband við egnan lækna ella viðgerðandi deild á sjúkrahúsinum.

 

Fakta um corona

Coronavirus er eitt slag av virus, ið kann verða orsøk til milt krím, men eisini álvarsligan bruna í andaleiðini.

 

Tekin uppá COVID-19 kunnu vera fepur, hosti ella andaneyð. Sjúkueyðkenni kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir at tú ert vorðin smittaður.

 

Um tekin eru um sjúku (fepur, turrur hosti ella andaneyð) 14 dagar eftir heimkomu frá útlandinum, er tað umráðandi at tú ringir til læknan áðrenn tú fert til lækna og ikki møta upp á staðnum. Uttan fyri upplatingartíðir skal tú venda tær til læknavaktina á telefon 1870.

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim