Spurningar og svar um screening
Hví er tað umráðandi fyri meg? Krabbamein rakar sum oftast tær eldru og eg eri framvegis ung?
Sløk helvtin av teimum kvinnum, sum á hvørjum ári fáa staðfest lívmóðurhálskrabba, eru enn ikki fyltar 45 ár. Lívmóðurhálskrabbi kemur av HPV, sum smittar við kynsligum sambandi. Tí ert tú sum ein meginregla í vandabólki líka so skjótt, sum tú ert vorðin seksuelt virkin. Sum oftast tekur tað fleiri ár frá tí, at ein verður smittað við HPV, til ein møguliga fær undanstig og í summum førum lívmóðurhálskrabba. Kortini eru tað á hvørjum ári eisiniheilt ungar kvinnur, sum verða raktar av sjúkuni. Tí skalt tú ansa eftir tær sjálvari og fara til lækna, um tú følir tær okkurt óvanligt. Og sjálvandi taka lut í kanningunum, tá tú sum 25 ára gomul fært eina innbjóðing við postinum.
Hvussu nógvar fáa kyknubroytingar?
Á hvørjum ári fáa umleið 200 føroyskar kvinnur staðfest kyknubroytingar. Hjá teimum flestu er talan um lættar kyknubroytingar, sum ikki krevja viðgerð. Men umleið 60 hava álvarsligar kyknubroytingar, sum verða viðgjørdar við kílaskurði - ein lítil skurðviðgerð, har kyknubroytingarnar verða tiknar burtur.
Hvør verður boðin til kanningar fyri lívmóðurhálskrabba?
Allar kvinnur millum 25 og 60 ár verða bodnar til kanningar. Fyrsta innkallingin kemur tá kvinnan fyllir 25 ár. Longu árið eftir verður hon boðin aftur, og um hesar báðar fyrstu kanningarnar vísa normalar kyknur, verður hon eftir hetta boðin til kanningar triðja hvørt ár, inntil hon fyllir 60 ár. Kanningarnar steðga, tá kvinnan er 60 ár um tvær tær seinastu kyknuroyndirnar ikki hava víst kyknubroytingar.
Hvat kann eg gera fyri, at undirlívskanningin ikki skal vera so óhugalig?
Um tær ikki dámar at vera kannað av tínum egna lækna, so kann ein annar gera kanningina. Tú kanst taka eina vinkonu, onkra familju ella sambúgvan við til kanningina.
Undan kanningini kanst tú biðja læknan greiða tær frá, hvat kanningin gongur út uppá og møguliga vísa tær tey amboðini, sum skulu brúkast. Lat teg í ein kjóla ella eina langa troyggju, so at tú ikki kennir teg so nakna, tá tú skalt kannast.
Ber kanning við sær, at frískar kvinnur fáa óneyðuga viðgerð?
Enn er eingin tryggur máti at skilja ímillum vandamiklar kyknubroytingar og vandaleysar kyknubroytingar. Vit kunnu við øðrum orðum ikki peika á tær, sum fara at gerast til lívmóðurhálskrabba og tískil krevja viðgerð.
Tí fara tað á hvørjum ári at vera kvinnur, sum fáa kílaskurð, hóast teirra kyknubroytingar ikki høvdu blivið til krabbamein. Tær gerast sjálvandi ørkymlaðar. Men verður ikki kannað, verða fleiri tilburðir av krabbameini. Tí er tað tíverri neyðugt at ørkymla nakrar kvinnur til tess at bjarga øðrum.