18-02-2014
Løgmaður súkklar til París komandi summar

Hýrurin er góður á løgmanni, sum komandi summar setur kósina móti París. Hann er ein av teim 35 súkklarunum, sum skulu súkkla til París komandi summar, og er hann við til at samla pening til krabbameinrakt børn og familjur teirra.