Qigong við Krabbameinsfelagnum
.jpg)
Qiong er eitt rørslutilboð fyri fólk, ið eru varandi sjúk av krabbameini og fólk, sum hava seinárin av krabbameinssjúku og viðgerð. Skeiði verður lagt til rættist eftir luttakarunum, har vit byrja varðliga fyri síðan at byggja kropp og sinn spakuliga upp. Luttakarnar fáa 2-3 venjingar við heim hvørja ferð, soleiðis at man heldur seg viðlíka í tí dagliga.
Hvat er Qigong og hvat er tað gott fyri"?
Tað stutta svarið er, at Qigong er ein fyribyrjgandi og heilsufremjandi rørsluvenjing sum hevur sín uppruna frá Traditionellari Kinesiskari Traditión, eins og acupunktur og Tai Chi. Qigongrørslurnar eru tvinnaðar saman við tí djúpa andadráttinum og hjálpa tær til eitt heilsugott lív.
Tú fert m.a. at leggja merki til hvussu tú styrknar, sleppur spenningum, kroppurin verður smidigari og tú far ein góðan kropsburð.Tær róligur rørslurnar saman við tí djúpa andadráttinum skapa ró, soleiðis at títt nervalag sissast og tú lærir betur og betur at varnast tínar góðu kropskenslur.
Kom og royn Qigong saman við Kirstin Ellingsgaard og Krabbameinsfelagnum. Tað er ókeypis at luttaka. Hoyr nærri og melda til hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo
Niðanfyri kanst tú síggja tvey smá filmsbrot um Qigong.