10-04-2025
Allar kanningar fyri prostatakrabba kunnu nú gerast í Føroyum

Krabbameinsfelagið fegnast um, at føroyskir menn, sum fyrr noyddust til Danmarkar at verða kannaðir fyri prostatakrabba, kunnu nú fáa alla kanningina gjørda í Føroyum.
Við nýggjum tólum ber til at taka vevnaðarroyndir á Klaksvíkar sjúkrahúsi, í staðin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar.
Um 200 menn verða árliga ávístir til MR-skanning, við illgruna um prostatakrabba. Umleið 70 verða sendir víðari til at taka vevnaðarroyndir, og umleið 50 fáa síðani staðfest krabbamein.