Kunningartiltak hjá Krabbameinsfelagnum
Kunningartiltak hjá Krabbameinsfelagnum
Alment ókeypis kunngingartiltak hjá Krabbameinsfelagnum verður í cafe-økinum í SALT í Suðuroy leygardagin 13. apríl frá kl. 13.00 – 17.00
Við hesum tiltakinum verður varpað ljós á, hvørji tilboð, møguleikar, hjálpitól og amboð eru til fyri at hjálpa og lætta um gerandisdagin hjá suðuroyingum, sum eru sjúkir ella hava verið sjúkir av krabbameini, teirra avvarandi og øllum øðrum áhugaðum.
⋅Umboð frá Krabbameinsfelagnum eru sjálvsagt til stađar og greiða frá sínum virksemi.
Somuleiðis verða umboð̃ frá hesum hjálparbólkum hjá felagnum til staðar, har fólk kunnu fáa eitt gott prát, vegleiðing og hoyra um royndir teirra:
⋅Bróstkrabbabólkurin Bót til Bata – bólkur fyri kvinnur, ið hava ella hava havt bróstkrabba ella undanstig til bróstkrabba
⋅Undirlívsbólkurin – bólkur fyri kvinnur, iõ hava ella hava havt undirlívskrabba ella undanstig til undirlívskrabba
⋅Prostatabólkurin – bólkur fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba
⋅Lip- og lymfødembólkurin – bólkur fyri fólk við̃ lipødem og lymfødem
⋅Møguliga 1-2 hjálparbólkar afturat.
Hesar fyritøkur, handlar og viðgerðarar eru við og vísa fram, hvat tey hava at bjóõa:
⋅Suðuroyar Apotek: Alskins heilsugóõar vørur.
⋅Salong Fríõgerõ: Parykkar, húgvur og serlig turriklæơir.
⋅Linda – Lekkur undirklæð̃ir: Bróstprotesur, vanligir og serligir BH og undirklæõir.
⋅Svanna Petersen, kosmetolog: Kemur at leggja lag á, hvussu vit leggja Make-up, tá vit hava serligan tørv á tí.
⋅Ragnhild Olsen: Zonoterapi, hvussu kann hetta linna?
⋅Sára Olsen, fysioterapeutar: Greið̃ir frá týdninginum av styrkjandi venjingum.
Fleiri stuttar, viðkomandi framløgur verõa henda dagin. Neyv skrá kemur seinni. Grannakaffibússan er sjálvandi viõ í SALT.
Kaffi, te, vatn og okkurt undir tonnina verð̃ur at fáa.
Verið vælkomin.
Krabbameinsfelagið og stuðulsbólkurin í Suðuroy
Tiltakið er stuðlað av kommunum og fyritøkum í Suðuroy