Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki mikukvøldið 22. november kl. 19.00

Verið vælkomnir
Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 22. november kl. 19.00 til 21.00. Jóhan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, kemur at greiða frá tí, ið rørir seg innan prostata viðgerð og um hvussu fer at verða tá nýggi MR Scannarin kemur. Hvat kann hesin brúkast til viðvikjandi Prostatakrabba. Høvi verður eisini at seta spurningar.
Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.
Skráin fyri kvøldið:
-Drekkamunnur
-Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
-Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
-Jóhan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, kemur at greiða frá tí, ið rørir seg innan prostata viðgerð. Høvi verður eisini at seta spurningar
-Møgulig uppskot av evnum til komandi fund
GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur havt prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 22. november kl. 12.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo. Tú kann eisini boða frá umvegis sosialu miðarnar hjá KRabbameinsfelagnum.
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen, fm. í prostatabólkinum