17-04-2023
Skeið í makeup og húðrøkt
%20(2).png)
The Body Shop í SMS skipar fyri ókeypis undirvísing og hugnaløtu fyri kvinnur, sum eru í viðgerð fyri krabbamein, mikukvøldið 26. apríl kl. 18.30 í the Body Shop í SMS.
Starvsfólk frá The Body Shop, fara at undirvísa í húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglig dagurin kennist lættari tí tú kann kenna teg frískari við einari lættari makeup.
Tilmelding innan týsdagin 25. apríl kl. 12.00 hjá The Body Shop í SMS á telefon 519505.