Fyrilestur fyri makar hjá monnum, sum hava ella hava havt prostatakrabba
Evni á fyrilestrinum er "Tá makin hevur prostatakrabba".
Lívið broytist ikki bert hjá tí sjúka, men eisini hjá makanum, og tað kann vera ein avbjóðing at standa á síðulinjuni.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvat prostatakrabbi er, hvussu sjúkan ávirkar mannin, og hvønn týdning tað hevur fyri parlagið.
Fyrilestrahaldarar eru Birgitte Schantz Laursen og Anette Højer Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingar og kliniskir sexologar á Aalborg sjúkrahúsi og konsulentar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Tiltakið verður á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.
Boða frá luttøku áðrenn týsdagin 28. mars, á telefon 317959. Tú kann eisini senda okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.