Marnar Fríðheim Kristiansen vart Ph.D. ritgerð
Góði Marnar – hjartaliga til lukku!
Nú upprann dagurin, at tú vardi tína ph.d. verkætlan og fekst ph.d. heitið.
Tað hevur verið bæði spennandi og áhugavert at fylgt við í arbeiðinum hjá tær. Hvussu nærlagdur, eldhugaður og ágrýtin tú hevur verið. Hvussu tú eisini hevur kýtt teg at kunna um granskingina hjá tær. Altíð klárur, og ikki minst bæði vinaligur og fyrikomandi, tá ið vit hava heitt á teg at siga frá. Har hevur tú eisini evnini góð, so góð, at tú fyri knøppum ári síðani fekst miðlaheiðurslønina 2021.
Nýggj krabbameinsætlan varð handað fyrst í apríl í ár. Millum tilmælini eru fýra, um hvussu vit fáa betri hagtalsgrundarlag í Føroyum. Tíni gransking at takka, eru góð hagtøl í krabbameinsætlanini og fýra greið tilmæli eru orðað um hetta økið. Vit í Krabbameinsfelagnum fara at leggja doyðin á áhaldandi at minna á tilmælini – at fáa tey framd, so vit hava góð og álítandi krabbameinshagtøl.
Góði Marnar. Takk fyri títt megnar avrik og hjartaliga til lukku.
Tilmælini í Krabbameinsætlanini um betri hagtalsgrundarlag í Føroyum:
1. At eitt fulltíðarstarv verður sett av burturav til at taka sær av krabbameinsskránni. Umframt tað er neyðugt við einum ½ starvi at røkja tann tøkniliga partin av krabbameinsskránni.
2. At ein bólkur við umboðum fyri tey trý sjúkrahúsini verður settur við tí endamáli at greiðar og eins mannagongdir við at fáa hagtøl tøk verða settar í verk í sjúkrahúsverkinum.
3. At tillaging verður gjørd í talgildu heilsuskipanini, sum tryggjar, at øll skráseta krabbameinsupplýsingar eins, og at skrásetingin fylgir góðkendum skrásetingarstandardi.
4. At ein haldbar loysn verður funnin frameftir við at greina krabbameinshagtølini. Fram til og við 2022 tekur ein ph.d. lesandi sær av hesum arbeiði. Í hesum sambandi eigur at verða viðgjørt, um uppgávan kann leggjast til Fólkaheilsustýrið, sum er í umbúna.
Krabbameinsætlanin kann takast niður her.