25 ára starvsdagur
Gjøgnum hesi árini er Jansy vorðin ímyndin av Krabbameinsfelagnum. Hon hevur við sínum arbeiðssemi og nærlagni verið felagnum ein fongur. Ikki minst hevur hon verið góður stuðul hjá teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, hjá familjunum og hjá teimum, sum hava mist. Hon hevur hjálpt at finna fótafestið aftur, tá ið ótti og stúran hava tikið ræði.
Móttøka varð hildin fyri Jansy 25. oktober, og tá fekk hon nógv góð orð. Millum annað fekk hon hesa heilsanina:
Tá ið eg so kom á vitjan í Krabbameinsfelagnum, áðrenn eg skuldi byrja í starvi, minnist eg, hvussu gott, fjálgt og hugnaligt tað var at koma her, og so hevði tú borðreitt við deiligum drekkamunni og leskiligari frukt. Sjálvt tey smáu tingini eru væl gjøgnumførd og einki er tilvildarligt - hetta er ímyndin av tær Jansy. Tað kennist altíð gott og fjálgt at vera har, tú ert. Hesar dygdir eru so grundleggjandi gott útgangsstig at hava við í arbeiðinum, vit hava her í Krabbameinsfelagnum.
Tú ert arbeiðssom, hevur eina drívmegi sum fáur og alt tað tú fert í holt við, gert tú til fulnar og meira afturat. Tú sparir teg ongantíð.
Tú ert góð við og brennur fyri Krabbameinsfelagnum og teimum uppgávum, tú hevur her. Tú verjir so sera væl um tey kjarnuvirðir, felagið stendur fyri.
Vit takka Jansy fyri hennara stóra arbeiði, við vón um nógv góð ár aftrat.