08-10-2021
Kvinnutúrur út á Trælanípuna
Í góðveðrinum mikudagin 29. september vóru kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein, gongutúr úti á Trælanípuna í Vágum. Hetta er triði túrurin av hesum slagið, sum Krabbameinsfelagið hevur skipað fyri.
Fleiri kvinnur gingu túrin. Tær prátaðu í hugnaligari samveru við hvørja aðra, og hóast tær flestu ikki kennast so hava tær so ómetaliga nógv til felags. Tað er gott at vera virkin og at vera saman við øðrum í sømu støðu. Eftir væleydnaða túrin fingu tær suppu og drekkamunn frá Lailu í Løðu.
Góðan morgun Føroyar gjørdi samrøðu við 3 av kvinnunum, sum vóru við á túrinum. Hoyr samrøðuna HER.