05-10-2021
Fifa-kapping til frama fyri Krabbameinsfelagið
Vikuskifti 17. og 18. september, skipaðu nakrir umhugsnir ungir vinnulívsmenn fyri Fifa-kapping til frama fyri Krabbameinsfelagið.
Teir høvdu allir havt krabbamein tætt inn at lívinum, onkur hevði verið sjúkur, og aðrir vóru avvarðandi. Teir vildu seta sjóneykuna á menn og krabbamein, og tað arbeiðið Krabbameinsfelagið ger fyri fólk, sum eru rakt av krabbameini.
Inn komu kr. 11.920,-. Vit takka hjartaliga fyri stuðulin, umframt tykkara íkast til at varpa ljós menn og krabbamein og á tað arbeiðið, sum felagið ger.