Foreldrabólkurin havt familjudag í Vági
Foreldrabólkurin havt familjudag í Vági
Leygardagin 13. september hevði Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum familjudag í Vági. Ítróttarháskúlin skipaði dagin fyri okkum. Vit klatraðu, sigldu,lupu, sígdu, spældu og flentu. Vit gingu túr, hugnaðu okkum, fluttu mørk og knýttu bond.
Hjartaliga takk til tykkum á Ítróttarháskúlanum fyri at gera okkum dagin so serligan og ríka okkum við góðum upplivingum og minnum.
Eisini ein tøkk til Team Rynkeby Føroyar Grunnunin, ið stuðlaði tiltakinum
Um foreldrabólkin
Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini.
Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.