Fifakapping
At nakrir vinnulívsmenn, saman við eSport.fo, hava tikið stig til at stuðla Krabbameinsfelagnum og samstundis varpa ljós á menn og krabbamein, eru vit í Krabbameinsfelagnum ógvuliga takksom fyri.
Menn eru ofta trekir at fara til lækna, og tíverri er tað onkuntíð ov seint. Tá ið teir so fara til lækna, er tað ofta onkur annar, sum hevur sent teir. Tiltøk sum hetta gera sítt til at minna menn á at vísa seg sum sonn mannfólk – og fara til lækna, tá ið tekin eru um, at teir hava krabbamein.
Tí vit vilja eiga tykkum, so leingi sum til ber – pápan, beiggjan, mannin, sonin, vinmannin, starvsfelagan, abban og alt annað, sum tit eisini eru.
Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum
Tíðindaskriv
Fifakapping til frama fyri Krabbameinsfelagið,
17. og 18. september í Perluni í Tórshavn
Vit eru nakrir vinnulívsmenn sum saman við eSport.fo vilja stuðla Krabbameinsfelagnum, tí at vit allir hava onkursvegna havt krabbamein tætt at lívi okkara. Ein okkara fekk staðfest krabbamein í 2015 og mátti skurðviðgerðast og í gjøgnum drúgva viðgerð. Í tíðini tá sjúkan var uppá tað ringasta, veitti Krabbameinsfelagið sera góðan stuðul ið var kærkomin og verður aldrin gloymdur.
At gerast sjúkur av krabbameini tekur hart uppá ein persón og tey avvarðandi, og tað er týdningarmikið, at kenna til felagskapir sum Krabbameinsfelagið ið kunnu hjálpa við vegleiðing og øðrum.
Vit meta eisini at tað er hóskandi at varpa ljós á krabbamein í hesum høpi, av tí at Fifa er mest spælt av monnum í ymiskum aldrum, serliga teimum ungu. Krabbamein kann raka øll, og nøkur sløg av krabbameini rakar serliga hendan málbólk. Menn sum heild, eru tiltiknir fyri at ikki vilja fara til læknan at kanna seg. Tá tað kemur til krabbamein, er umráðandi at fáa tað staðfest tíðliga og koma í viðgerð.
Vit fara at skipa fyri einari fifakapping sum verður til frama fyri Krabbameinsfelagið, vit ætla at gera nógv burturúr fyri at fáa savnað so nógvan pening sum gjørligt til hetta góða endamál. Vit fara at geva alt sum kemur inn til Krabbameinsfelagið. Soleiðis verður peningur innsavnaður til krabbameinsfelagið:
- Søla av atgongumerkjum á 200kr stk
- Live streaming har fólk kunnu lata pening live á streaminum
- Innsavning av peningi á staðum
- Annað
Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.
Tilmelding á: www.esport.fo