15-06-2021
Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein
Týsdagin 29. juni kl. 17.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúri runt Toftavatn. Túrurin er fyri allar kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein.
Vit ganga frá Skótahúsinum við Løkin, runt Toftavatn. Túrurin verður týsdagin 29. juni, vit hittast uttanfyri Skótahúsið við Løkin í Runavík kl. 17.00. Minnast til góðar skógvar at ganga í og at verða ílatin eftir veðrinum.