Skeið í húð og andlitsrøkt fyri kvinnur við krabbameini
Skeið í húð og andlitsrøkt fyri kvinnur við krabbameini
The Body Shop í SMS skipar fyri undirvísing og hugnaløtu fyri kvinnur, sum eru í viðgerð fyri krabbamein.
Hugnakvøldið fyri kvinnur, sum eru í viðgerð fyri krabbamein verður, mikukvøldið 17 mars kl. 18.30 í the Body Shop í SMS.
Asloy og Noomi, frá The Body Shop, fara at undirvísa í húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglig dagurin kennist lættari tí tú kann kenna teg frískari við einari lættari makeup.
Vitandi um at hesar kvinnur eru í serligum vandabólkið verða serlig atlit tikin, útfrá korona tilmælum. Pláss er fyri 3 kvinnum, hvørja ferð.Um tað eru fleiri tilmeldingar enn loyvda talið, verður skipa fyri hugnaløtu aftur seinni í ár.
Tiltakið er ókeypis.
Tilmelding innan týsdagin 16 mars. kl. 12.00 hjá The Body Shop í SMS á telefon 519505.
Verið vælkomnar
Asloy og Nomi