Hvat taki eg við mær av skeiðnum í listterapi hjá KMF ?
Hvat taki eg við mær av skeiðnum í listterapi hjá KMF ?
“Hetta skeiðið hevur verið sum ein ferð. Mær dámar sera væl at ferðast, men henda ferðin hevur verið øðrvísi enn hinar ferðirnar. Eg havi ferðast inn í fleiri nýggjar krókar av sinninum, av hjartanum, av tilvitinum og míni innaru kjarnu. Eg havi eisini ferðast saman við øðrum, saman við hinum á skeiðnum og skeiðsleiðaranum, og ferðin hevur verið bæði spennandi og mennandi.
Á ferðini havi eg lært nógv nýtt og eisini at virðismeta tað, eg longu visti, og alt, sum er lagt afturat. Nógvir dýrgripir hava verið á leiðini, og leiðin heldur fram. Leiðin kann vera snórabein og kann eisini fara í allar ættir, men dýrgripirnir skulu fylgja við. Tí eg havi fingið eina skattakistu, sum er full í vísdómi, reflektiónum og spurningum um lívið. Hvat er tað góða lívið ? Hvussu skapa vit tað góða lívið, sum vit ynskja tað ? Hvat hjálpir mær sum menniskja ?
Skeiðsferðin hevur verið lærurík og avbjóðandi. Tað er ikki altíð lætt at tosa um kenslur, stúranir ella tað, ið eingin sær. Gjøgnum at skriva, tekna, tilevna og skapa eru tankar og kenslur komnar fram, sum hava verið grundarlag fyri samrøðu og samveru. Onkuntíð var verkið ein sjálvfylgja, onkuntíð tók tað meg á bóli.
Skeiðið hevur við síni væl grundaðu og skapandi tilgongd givið mær fleiri byggisteinar og hugskot at arbeiða víðari við.
Kreativitetur ella skapan er eitt vítt fevnandi hugtak, og øll kunnu skapa á sín hátt. Alt er, sum tað skal vera. Serliga um eg megni at vera nærverandi og njóta og brúka løtuna ella núið.
Mangar hava uppgávurnar verið ígjøgnum alla skeiðsgongdina, og tær hava verið so fjølbroyttar. Eg havi hitt bæði djór, plantur, menniskju, dalar og fjøll. Eg havi valt evni, sum hava havt týdning fyri meg, havi ferðast í nútíð og fortíð, havi oyst úr mínum huga og tonkum og hoyrt um tankar og kenslur hjá øðrum.
Eg havi havt ein sera góðan ferðaleiðara, sum hevur skapað eitt opið rúm, har pláss er fyri øllum. Við kønari hond hevur hon stýrt og leiðbeint, miðvíst og milt.
Skeiðið er liðugt, men ferðin endar ikki her. Eg taki nýggja vitan, vísdóm, høvundar, heimspekingar og góðar upplivingar við mær víðari á lívsferðini.
Eg eri sera takksom og væl nøgd.”
AJ