Stuðulin frá Føroya vakrasta hálvmaraton latin Krabbameinsfelagnum
Aftur í ár skipaði Ítróttarfelagið Frælsi, í Vágum, fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, og aftur í ár var somuleiðis møguleiki at ganga hálvmaraton frá Gásadali til Sandavágs og samstundis stuðla Krabbameinsfelagnum. 454 luttakarar gingu teinin og inn komu kr. 56.000 í stuðli.
Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga fyri stuðulin, sum Ítróttarfelagið Frælsi letur felagnum og fyri at vit kunnu vera ein partur av hesum vakra tiltaki.