Team Rynkeby Føroyar handar Krabbameinsfelangum innkomna peningin
Team Rynkeby Føroyar handar Krabbameinsfelangum innkomna peningin
Leygardagin 14. september kl. 16.00 veður samkoma í Auluni í Finsen, har Team Rynkeby Føroyar liðið 2019 takkar fyri seg, og handar Krabbameinsfelagnum peningin, sum er savnaður inn síðsta árið.
54 fólk og 10 hjálparfólk hava síðan september mánað, síðsta ár, savnað pening inn til børn við hættisligum sjúkum. Umframt at liðið í ár takkar fyri seg, talur o.a. verður liðið, sum skal súkkla til París komandi ár eisini við.
Team Rynkeby Føroyar vil við hesum hjartaliga takka øllum, ið á ein hvønn hátt hava hjálpt til við stuðli, tíð, orku og vælvild. Øll eru vælkomin í Auluna á Finsen leygardagin 14. september kl. 16.00.
Á myndini sæðst Team Rynkeby Føroyar liðið 2019, júst komin til París.