30-04-2009
Nývald nevnd í Føroya Felag Móti Krabbameini
Krabbameinsfelagið hevði aðalfund í Listaskálinum 28. apríl 2009. Á skránni var millum annað nevndarval. Birita Ludvíksdóttir og Davina Lamhauge stóðu fyri vali, men ynsktu ikki afturval. Í teirra stað vóru Jónvør Christiansen og Aibritt á Plógv valdar.
Krabbameinsfelagið hevði aðalfund 28. apríl 2009. Á skránni var millum annað nevndarval. Birita Ludvíksdóttir og Davina Lamhauge stóðu fyri vali, men ynsktu ikki afturval. Í teirra stað vóru Jónvør Christiansen og Aibritt á Plógv valdar.
Nevndin hevur skipað seg við Jákup N. Olsen sum formanni, Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari, Jónvør Christansen, nevndarlimur og Erik Wandall, nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elieser Olsen.
Krabbameinsfelagið virkar áhaldandi fyri at bøta um umstøðurnar hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra. Alsamt fleiri seg í samband við felagið fyri at fáa ráð og leiðbeining.
Felagið leggur stóran dent á at kunna um krabbamein, fyribyrging og ta hjálp og vegleiðing felagið kann veita. Hetta verður millum annað gjørt við fyrilestrum, undirvísing, kunning á skúlum og stovnum, og umvegis heimasíðuna, sum javnt verður dagførd við kunnandi tilfari. Umframt ráðgeving frá sjúkrarøktarfrøðingum, ber eisini til at tosa við sosialráðgeva á Ráðgevingarstovuni.
Um fjølbroytta virksemi felagsins ber til at lesa um í ársfrágreiðingini.