Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund
Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund
Á skránni var eisini nevndarval. Fyri vali stóðu Durita Tausen og Sonja Nielsen. Tær vóru afturvaldar fyri eitt 2 ára skeið.
Nevndin hevur skipað seg við Duritu Tausen, sum forkvinnu, Sonju Nielsen sum næstforkvinnu og kassameistara. Hini í nevndini eru Magnus Magnussen, Johan Poulsen og Katrin Kallsberg. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.
Á myndini frá vinstru: Sonja Nielsen, Johan Poulsen, Katrin Kalssberg, Durita Tausen og Magnus Magnussen.
Ársfrágreiðingin fyri 2018 kann takast niður sum PDF fíla við at trýsta á myndina omanfyri.
Brot úr formansrøðuni
Krabbameinsfelagið hevur verið virkið nú í 40 ár. Tað var Lionsfelagið í Havn, sum eftir áheitan frá hjúnunum Bjarna og Sannu Dahl Niclasen tók stig til at stovna felagið. Vit gleðast um, at felagið varð stovnað og alt tað arbeiðið, sum felagið hevur kunnað gjørt hesi árini.
Aftur í 2018 untist okkum at gera mun. At hjálpa. At veita stuðul. At geva ráð. At lætta um, tá ið lívið var hart.
Tað ber til, tí vit hava fingið stuðul. Og bara tí. Nógvan og góðan stuðul. At nógv sjálvboðin hava hjálpt. Við tíð og við peningi. Hava verið góð í ráðum. At fyritøkur hava stuðlað fíggjarliga. At myndugleikar hava víst vælvild. At góð og dugnalig starvsfólk eru runt um í landinum.
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul og alla vælvild.
-
Tað verður tíbetur støðugt granskað í krabbameini, í Føroyum og runt um í heiminum. Vónin er, at gátan verður loyst. Enn er málið ikki rokkið, og tað sæst eisini í krabbameinshagtølunum. Nýggjastu tølini eru fyrilbilstøl, og tey skulu verða tikin við fyrivarni. Færri hava fingið staðfest móðurmerkjakrabba, men nógv eru, sum hava fingið staðfest húðkrabba. Tað er lívgandi, tá ið dagarnir verða longri og sólin vermir meira. Vit skulu bara eisini minnast til at vera varin og njóta hana við skili.
Fleiri hava fingið staðfest bróstkrabba. Tað var roknandi við, nú allar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa bjóðað at verða kannaðar. At fáa staðfest krabban fyrr, gevur betri útlit fyri at fáa heilsubót og at sjúkan ikki sleppur at gera so nógv um seg.
Vit eru við treysti farin undir 2019. Eisini við vón um, at batar kunnu verða gjørdir á fleiri økjum.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur sett arbeiðsbólk at eftirmeta verandi skipan á palliativa økinum og koma við tilmæli um, hvussu økið betur eigur at verða skipað.
Eisini er Heilsumálaráðið farið undir at kanna og staðfesta, hvussu nógv av tilmælunum í Krabbameinsætlanini eru rokkin. Tað verður gott grundarlag undir at gera nýggja krabbameinsætlan.
Hóast lívið kann vera tungt, kunnu vera góðar løtur. Løtur saman við øðrum. Løtur við umsorgan. Løtur, har vit eru saman í sorgini. Løtur, tá ið vit samgleðast, tí tað gongur betur. Og tí tað gongur væl.
Vit kunnu øll, hvør í sínum lagi, gera okkara til at lætta um hjá hvør øðrum. Vit í Krabbameinsfelagnum skulu gera okkara part.