Kom við Prostatabólkinum gongutúr leygardagin 29. september 2018
Kom við Prostatabólkinum gongutúr leygardagin 29. september 2018
Nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa á, at røra vit okkum javnan, kann hetta minka um vandan fyri krabbameini. Verjandi ávirkanin, sum rørsla hevur á krabbamein, veksur munandi, jú virknari vit eru.
Rørsla er eisini umráðandi í sambandi við krabbameinssjúku, bæði likamliga og sálarliga. Rørsla bøtir um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis sum hon gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Leygardagin 29. september, skipar Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri gongutúri “runt fjalli”. Vit fara til gongu eftir rossagøtuni. Talan er um lættan túr, so at øll kunnu vera við. Tað einasta, tú skal gera, er at møta upp.
Øll eru hjartaliga vælkomin við
Vit møtast kl.14.00 við parkeringsplássið omanfyri Hotel Føroyar. Rutan er Rossagøtan. Túrsamskipari er Bjarni Reynagarð.