Stuðulsavtalan millum 62°N vinna og Krabbameinsfelagið hevur eitt ár á baki og hevur hilnast væl.
Stuðulsavtalan millum 62°N vinna og Krabbameinsfelagið hevur eitt ár á baki og hevur hilnast væl.
Fyri einum ári síðan gjørdi 62°N vinna eina stuðulsavtalu við Krabbameinsfelagið. Avtalan inniber at 62°N vinna letur ein fíggjarligan stuðul til Krabbameinsfelagið fyri hvønn ferðandi.
Hetta árið hevur hilnast væl og kemur stuðulin sera væl við fyri felagið.
Hvørja ferð ein fyritøka ella stovnur hevur ein ferðandi við 62°N vinnu, verða 15,- kr. latnar til Krabbameinsfelagið. Jú fleiri ferðandi eru, tess størri verður stuðulin. Ferðaseðilin kostar ikki nakað eyka fyri tann sum bíleggur, men er hetta ein stuðul sum 62°N vinna letur.
Vit í Krabbameinsfelagnum eru sera fegin um stuðulin og samstarvið við vinnudeilduna hjá 62°N. Inntøkurnar hjá Krabbameinsfelagnum eru í høvuðsheitum limagjald, gávur frá einstaklingum og gávur frá feløgum. Jú fleiri stuðla Krabbameinsfelagnum, betur fáa vit hjálpt. Vit fáa hjálpt teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, og teimum sum varða av og eisini stuðlað teimum, sum granska, soleiðis at krabbameinsgátan einaferð kann verða loyst.