Bragdið handar Krabbameinsfelagnum innkomnan stuðul frá gongu½maraton
Bragdið handar Krabbameinsfelagnum innkomnan stuðul frá gongu½maraton
Mikudagin tann 1.august, knapt tveir mánaðar aftaná Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018, vóru umboð fyri Bragdið á vitjan í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum. Ørindini vóru at handa Krabbameinsfelagnum ein gávukekk.
Feløgini bæði samstarva um gangi ½ marathon, sum er ein partur av Tórshavn Marathon og sum hevur verið væl umtókt, síðani byrjan.
Í tilmeldingargjaldinum til gongu marathon, fara 100,- kr til Krabbameinsfelagið. Tó ber væl til at gjalda meira, um ein ynskir tað og somuleiðis kunnu øll onnur, sum renna hálvt og heilt marathon, stuðla við einari upphædd.
Vit eru bæði rørd og glað um, at áhugin at lata peningaligan stuðul, er so stórur, og í ár var upphæddin tilsamans 24.600,- kr
Bragdið takkar Krabbameinsfelagnum fyri sera gott samstarv og gleða okkum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon tann 2.juni 2019.