Stomiambulatoriið bjóðar til kunnandi tiltak
Stomiambulatoriið bjóðar til kunnandi tiltak
Innbjóðing til kunnandi tiltak á Hotel Føroyum mikudagin 11. apríl kl. 17.00 til 19.30
Tiltakið, ið er ætla fólkið í eru stomiskurðviðgjørd og teirra avvarðandi, er ókeypis.
Í ár er evni "brok og buglur", tað verður Eyðfinn Olsen, lækni á Landssjúkrahúsinum, ið kemur at siga frá.
Anja Mathiesen, vøruserfrøðingur og Helene Topholm, sølustjóri frá Dansac & Hollister sýna fram og greiða frá um tað nýggjasta innan stomi-vørur og høvi verður at bíleggja vøruroyndir. Dansac & Hollister bjóða drekkamunn og ábit.
Elin Vitalis og Lív Lognberg, stomin-sjúkrarøktarfrøðingar, verða eisini á staðnum at veita ráð og vegleiðing.
Tilmelding: Lív Lognberg tel. 227662 og Elin Vitalis tel. 234544 frá stomiambulatoriinum innan týsdagin 3. apríl 2018