Kom við Krabbameinsfelagnum gongutúr leygardagin 14. apríl
Kom við Krabbameinsfelagnum gongutúr á summarmáladegi
Summarmáladag byrjar summarhálvárið, mýrisnípan kemur og lundin kemur undir land. Tá er eitt gott høvi at fara út í náttúruna aftur eftir ein kaldan og myrkan vetur, nú vit ganga móti ljósari og heitari tíðum.
Nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa á, at røra vit okkum javnan, kann hetta minka um vandan fyri krabbameini. Verjandi ávirkanin, sum rørsla hevur á krabbamein, veksur munandi, jú virknari vit eru.
Rørsla er eisini umráðandi í sambandi við krabbameinssjúku, bæði likamliga og sálarliga. Rørsla bøtir um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis sum hon gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Summarmáladag, leygardagin 14. apríl, skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúrum. Vit fara til gongu ymsastaðni um landið. Talan er um lættar túrar, so at øll kunnu vera við. Tað einasta, tú skal gera, er at møta upp.
Her fara vit til gongu:
Klaksvík: Vit møtast kl. 11.00 uttanfyri Smæruna/Ven og Virkni á Kjalarvegi 48. Ein stuttur túrur á einar 45 minuttir. Eftir túrin verður ein drekkamunnur í Smæruni. Túrsamskipari er Heidi Hvidbro.
Vágur: Vit møtast kl. 10.00 uttanfyri Marghøllina í Vági. Túrsamskiparar eru Sigurð Marner Simonsen og Finngerð Mikkelsen.
Tvøroyri: Vit møtast kl.14.00 við Fornminnissavnið. Rutan er ein túrur í miðbýnum á umleið 50 minuttir. Túrsamskipari er Hildigarð Jacobsen.
Tórshavn: Vit møtast kl.14.00 við parkeringsplássið omanfyri Hotel Føroyar. Rutan er Rossagøtan. Túrsamskipari er Eirikur Ó. Simonsen.
Hvítanes: Vit møtast kl.14.00 við busssteðgiplássið á Hvítanesi. Rutan er ein túrur í bygdini á umleið ein tíma. Túrsamskipari er Eyðbjørg Djurhuus.
Sandavágur: Vit møtast kl. 10.00 uttan fyri kirkjuna í Sandavági. Rutan er út á Skorðagarðar. Túrsamskiparar eru Elspa Egilstoft og Petur Elias Nielsen.
Sandur: Vit møtast kl. 14.00 við nýggja barnaskúlan. Rutan er inn í Brekkur. Túrsamskipari er Eyðbjørg Tjaldrastein.
Saltangará: Vit møtast kl. 14.00 frammanfyri Løkshøll í Runavík. Rutan er runt um Toftavatn. Túrsamskipari er Davina Lamhauge.
Strendur: Vit møtast kl. 9.30 utttanfyri bygdarhúsið á Strondum. Ein túrur í bygdini í umleið 1 tíma. Túrsamskipari er Ásbjørg á Hálvmørk.
Gøta: Vit møtast kl.14.00 í Sarpugerði. Rutan er Norðragøta – Syðrugøta/ runt í Norðagøtu og enda aftur í Sarpugerði har kaffi verður at fáa. Túrsamskipari er Magni Jarnskor.
Kvívík: Vit møtast kl. 14.00 við Kommunuskrivstovuna. Túrur í bygdini. Túrsamskipari er Súsanna Mortensen.
Vestmanna: Vit møtast kl. 14.00 við Sløkkiliðshøllina. Vit ganga eftir Løttugøtu, um Hálsin og niðan á SEV vegin norður á Fossar. Hav matpakka við. Túrsamskipari er Bjarki Skúvadal.
Um onnur hevur hug at skipa fyri túrum aðrastaðni í landinum, eru tit vælkomin at venda tykkum til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo