Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

20-03-2018

Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands


Kanningin vísir, at føroyskir sjúklingar siga seg sum heild verða nøgdar við viðgerðargongdina í útlandinum, hóast tað eru átrokandi trupulleikar, ið krevja broytingar. Til dømis vísir kanningin, at fjórði hvør sjúklingur ikki hevur álit á føroyska sjúkrahúsverkinum.

Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands

 

Í farnu viku hevði Fríði Jensen áhugaverda framløgu fyri Krabbameinsfelagnum, um verkætlan, ið hann, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen hava gjørt. Verkætlanin er um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað, at fáa viðgerð uttanlands.  

 

Hetta er fyrstu ferð, at so víðfevnd kanning er gjørd, har 478 fólk við ymiskum sjúkum hava svarað, eisini fólk við krabbameini.

 

Kanningin vísir, at føroyskir sjúklingar siga seg sum heild verða nøgdar við viðgerðargongdina í útlandinum, hóast tað eru átrokandi trupulleikar, ið krevja broytingar. Til dømis vísir kanningin, at fjórði hvør sjúklingur ikki hevur álit á føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað tykist serliga at vera grundað á metingina av tí klinisku dygdini í Føroyum, ov langari bíðitíð, at tey ikki kenna seg tikin í álvara og at tey alt ov seint verða send av landinum í viðgerð. Sjúklingarnir fílast á, at kunningin ikki er nóg góð, at samskiftið millum heilsustarvsfólk í Føroyum og í útlandinum ikki er nøktandi, og at tað eru trupulleikar við at deila journal millum londini. Hetta hevur við sær, at fleiri sjúklingar kenna tað soleiðis, at tey sjálvi partvís noyðast at taka ábyrgd fyri viðgerðini, og av tí sama eru ótrygg og ikki nøgd við viðgerðina, tey fáa. Kanningin staðfesti eisini, at føroyskir sjúklingar eru væl nøgdir við sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn.

 

Krabbameinsfelagið fegnast um kanningina, ið eisini vísir, hvussu týðandi tað er at seta í verk fleiri av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009, sum ikki eru sett í verk enn. Millum annað er tað týdningarmikið, at tað verða settir sjúklingasamskiparar í sjúkrahúsverkinum, sum skulu samskipa sjúklingagongdina hjá hvørjum einstøkum sjúklingi; at tað verða gjørdar heildartilgongdir fyri tey einstøku krabbameinssløgini, sum taka hædd fyri serligu føroysku viðurskiftunum og at tað við lóg verður ásett viðgerðartrygd fyri krabbameinssjúklingar, sum ásetir mest loyvdu bíðitíð til útgreinan og viðgerð.

 

Verkætlanini fekk fíggjarligan stuðul frá Sjúkrakassagrunninum, sum søkt varð um umvegis Krabbameinsfelagið. Framløgan kann síggjast her og verkætlanin kann takast niður her.

 

Á myndini eru Fríði Jensen og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim