Hoyrt um Grannakaffi?
.jpg)
Grannakaffi – sjálvt orðið angar av kaffi, kennist fjálgt og innbjóðandi og er tað júst meiningin við tiltakinum. At hittast og vera saman um at hjálpa og lata okkara stuðul til eitt vælgerandi endamál er jaligt, vónríkt og gevur góða meining. Royndirnar við tiltakinum higartil hava verið so mikið góðar, at fleiri vertir bjóða seg fram aftur og aftur á hvørjum ári.
Bindiklubbar, arbeiðspláss, einstaklingar, grannaløg og samkomur – ja øll møgulig fólk kring alt landið hava síðan 2015, tá ið tiltakið Grannakaffi fór av bakkastokki, árliga og afturvendandi skipað fyri Grannakaffi og innsavningum til Krabbameinsfelagið. Vit hava okkurt árið talt upp í umleið 100 vertir kring landið, sum hava latið dyrnar upp fyri fólki, Kanska verður tú við hesaferð?
Hvussu geri eg?
Hevur tú hug at skipa fyri Grannakaffi, kanst tú venda tær til Krabbameinsfelagið og fáa meira at vita um tiltakið. Eisini ber til at lesa um, hvussu onnur hava gjørt á okkara heimasíðu her ella á facebook.com/grannakaffi.
Tað er í veruleikanum bara hugflogið, sum setir markið fyri, hvussu tú skipar tína innsavning. Tú kanst til dømis hava Grannakaffi heima við hús og bjóða grannum, vinum ella bindiklubbanum til ein drekkamunn. Tú kanst fáa títt arbeiðspláss at skipa fyri hugnaløtu fyri starvsfeløgunum og taka bússuna við, ella tú skipar fyri gongutúri í bygdini ella grannalagnum við kaffimunni aftaná, sum tit í felag skipa fyri. Hevur tú hug at royna teg sum vert, teknar tú teg her.