Sjúkrarøktarfrøðingar tikið serútbúgving í krabbameinssjúkrarøkt

Sjúkrarøktarfrøðingar tikið serútbúgving
Í gjár var próvtøka á Landssjúkrahúsinum. 5 sjúkrarøktarfrøðingar hava lokið serútbúgving í krabbameinssjúkrarøkt.
Tað er Metropol í Keypmannahavn sum bjóðar fram útbúgvingina, sum í høvuðsheitum er tikin sum e-learning í Føroyum.
Útbúgvingin umfatar 21 vikur ástøði á Metropol og 56 vikur kliniska starvsvenjing, mest á egnum starvsstaði.
Avtalað varð gjørd við Metropol um, at fáa hesa útbúgving sum e-learning, soleiðis at tey lesandi kundu sleppa undan at uppihalda seg í Keypmannahavn, men í staðin fylgja fyrilestrum og undirvísing umvegis alnótina og við teldusamskifti.
Útbúgvingin varð tí tillaga hesum viðurskiftum, og nú próvtøka var, bar eisini til at taka hana haðani, har vegleiðari og næmingur sótu í fundarhøli á LS, og próvtøkudómarin var tilstaðar umvegis stórskerm úr Keypmannahavn.
Tær 5 sum vóru til próvtøku í gjár eru so tær fyrstu, sum fáa prógv.
Krabbameinsfelagið fegnast um at krabbameinsøkið í Føroyum er í støðugari menning og ynskju tykkum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Á myndini: frá vinstru Katrin Hendriksen, Heidi Joensen, (Klaksvíkar sjúkrahús) Anna Kristina Joensen, Morit Eliasen og Elin Jacobsen, sum hava lokið serútbúgving innan krabbameinssjúkrarøkt.