Spurningar og svar um koppseting
Er vaksinan ókeypis?
Bæði ja og nei. 1.desember 2012 varð avgjørt at gentur, sum eru fyltar 12 ár til áðrenn tær fylla 28 ár skulu fáa ókeypis koppseting í boði. Hesar kvinnur kunnu lata seg koppseta ókeypis hjá læknanum. Tær sum ikki eru lidnar koppsettar áðrenn tær eru vorðnar 28 ár, mugu sjálvar rinda fyri tann partin av koppsetingini, sum restar í.
Hvat talar fyri at verða koppsett?
Ein rúgva av kvinnum hava kyknubroytingar og verða viðgjørdar fyri tær. Umleið 60 keyluskurðir verða framdir um árið í Føroyum til tess at forða fyri, at kvinnurnar fáa lívmóðurhálskrabba. Um ein verður koppsett, minkar vandin fyri kyknubroytingum munandi.
Er koppingarevnið vandamikið?
Nei, koppingarevnið er ikki vandamikið, og tað er væl kannað.
Eru nøkur hjáárin við koppsetingini?
Ja, summar fáa ilt og eru eymar, har sum tær vórðu prikaðar. Onkuntíð síggjast í stutta tíð hjáárin sum líkjast beinkrími. Í øllum heiminum eru fleiri enn 26 milliónir koppingarskamtir givnir og talið av fráboðaðum hjáárinum er sera lítið. Heilsustýrið metir, at fyrimunirnir við koppseting eru størri enn vansarnir. Vandin fyri hjáárinum er sostatt ómetaliga lítil.
Hvussu leingi heldur koppingin?
HPV-koppingin hevur nú víst seg at halda í minst 9 ár. Tá ein kopping hevur víst seg at halda í fimm ár vísa allar royndir frá øðrum koppingum, at hon heldur sær leingi. Álvarslig hjáárin koma vanliga til sjóndar innan fyri stutta tíð.
Verjir koppsetingin 100 prosent móti lívmóðurhálskrabba?
Nei. Tað eru umleið 15 sløg av HPV, sum kunnu geva krabbamein. Koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba verjir móti HPV 16 og HPV 18. Hesi bæði sløgini føra til 70 % av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba. Tí hevur tað stóran týdning eisini at verða kannað fyri lívmóðurhálskrabba. Í Føroyum stendur kvinnum í boði at verða screenaðar frá tær eru 25 ára gamlar.
Kann HPV føra til krabbamein aðra staðir enn í lívmóðurhálsinum?
Ja, HPV kann eisini geva krabbamein í kynslutunum, endatarmi, munni og svølgi.
Verjir koppingarevnið, hóast kynslívið hjá gentuni er byrjað?
Ja . HPV er ein virus, sum smittar við kynsligum sambandi. Tí er tað best at verða koppsett, áðrenn ein fyrstu ferð fer í song við nøkrum. Men tað er ikki ov seint at verða koppsett, um ein longu er seksuelt virkin, tí tað merkir ikki tað sama sum, at ein longu er smittað við HPV. Koppsetingin verjir móti HPV 16 og HPV 18. Hóast ein kanska er smittað við øðrum slagnum, so kanst tú vera vard ímóti hinum.
Viðmæla tit koppseting hóast ein genta hevur verið saman við fleiri?
Ja. Tað eru framvegis fáar, sum eru smittaðar við bæði HPV 16 og HPV 18.
Kann ein fara í song við onkrum millum koppsetingarnar?
Tað kann ein gott, men sjálvandi er tað betri ikki at gera tað, tí so verður ein ikki smittaður. Men tað er ikki altíð so realistiskt.
Hví verður ein koppsettur tríggjar ferðir?
Tað kemst av mátanum sum immunverjan mennir andevni ímóti virusinum.
Hví kannar ein ikki andevni í kroppinum áðrenn koppsetingina, so ein veit, um kvinnan longu hevur HPV?
Tí at helvtin av kvinnunum ikki fáa andevni í nøgd, sum ber til at máta.
Hvat skal ein gera, um ein fegin vil koppsetast, men ræðist nálir?
Sig við læknan, at tær dámar ikki at vera prikað, so at læknin kann vísa tær størri fyrilit.Tú kanst eisini keypa eitt lokaldoyvandi plástur á apotekinum. Avtala við læknan, hvar tú skalt prikast (t.d. í høgra arm) og set plástrið á ein tíma áðrenn, tú skalt koppsetast.
Kunnu dreingir koppsetast?
Vaksinan er eisini góðkend til dreingir. Men fyribils kunnu bara gentur frá tær hava fylt 12 og innan tær hava fylt 28 ár fáa koppingina ókeypis. Heilsumyndugleikin heldur fast við, at tað heilsubúskaparliga fæst meira burturúr at koppseta gentur enn dreingir. Og at nógvir dreingir vera vardir móti smittu, tí at genturnar verða koppsettar og tískil ikki bera smittuna víðari. Krabbameinsfelagið hevði viljað, at koppsetingin var ókeypis fyri bæði kynini.