HPV-koppseting - ímóti lívmóðurhálskrabbameini
Mannagongd
Koppingarevnið ímóti lívmóðurhálskrabbameini er rættiliga nýtt, men hóast tað, so eru tað longu gjørdar ein rúgva av vísindaligum kanningum um virknaðin og hjáárin av hesi koppseting.
Við støði í hesum kanningum gjørdi Sundhedsstyrelsen seint á heysti 2007 eitt heilsufakligt tilmæli, har Sundhedsstyrelsen mælti til at fara undir at koppseta gentir fyri lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga tilmælið hjá Sundhedsstyrelsen varð sent til donsku heilsumyndugleikarnar til støðutakan. Og samstundis sendi Sundhedsstyrelsen tilmælið til Landslæknan, sum mælti føroysku heilsumyndugleikunum – t.v.s. Heilsumálaráðnum – til at seta somu skipan í gildi í Føroyum, sum er galdandi í Danmark.
Við støði í tilmælinum frá Landslæknanum hevur Heilsumálaráðið valt at seta eina skipan í gildi, tvs tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein.
Føroyskt tilboð
Tilboðið um koppseting ímóti lívmóðurhálskrabbameini er ásett í kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum.Fyrsta kunngerðin, kunngerð nr.7, kom í gildið 6.februar 2009, sum var broytt við kunngerð nr.135 frá 26.oktober 2009, og aftur broytt við kunngerð nr. 73 sum kom í gildið 1.juli 2010, og seinasta broyting varð gjørd 1. desember 2012.
Í kunngerðini, sum nú er galdandi, er ásett, at allar gentur, sum eru fyltar 12 ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti lívmóðurhálskrabbameini – genturnar skulu hava fylt 12 ár, áðrenn tær kunnu verða koppsettar ókeypis – og koppsetingin skal verða liðug, áðrenn gentan er fylt 28 ár.
Tað, sum er vert at leggja til merkis í hesum sambandi, eru aldursmørkini. T.v.s. at koppsetingin kann byrja, tá gentan er fylt 12 ár og skal verða endað, áðrenn gentan fyllir 28 ár.
Í sambandi við koppsetingina ímóti lívmóðurhálskrabbameini er talan um trý prik. Tað tekur 6 mðr. frá fyrsta priki til triðja prik – og tað er týdningarmikið, at gentan fær øll trý prikini, fyri at koppsetingin kann virka. Eftirsum koppsetingin skal verða liðugt framd áðrenn kvinnan fyllir 28 ár, er tað týdningarmikið, at hon byrjar koppsetingina áðrenn hon er 27½ ár, tí annars má hon gjalda ein part av koppsetingini sjálv.
Sum dømi kann nevnast, at genta, sum byrjar koppsetingina áðrenn hon er 27½ ár, kann fáa øll trý prikini, áðrenn hon fyllir 28 ár – og sostatt er øll koppsetingin hjá henni ókeypis. Um hon hinvegin byrjar koppsetingina, tá hon er 27 ár og 11 mðr., so fær hon bert 1 prik, áðrenn hon fyllir 28 ár. Næsta og triðja prikið má hon sjálv gjalda, tí tá er hon 28 ár og lýkur ikki treytirnar fyri at fáa ókeypis koppseting.
Í kunngerðini er somuleiðis ásett, at koppsetingin fer fram hjá kommunulæknum. Gentan – ella foreldrini hjá henni – skulu bara ringja til kommunulæknan og avtala eina tíð fyri koppsetingina. Koppsetingin er ókeypis fyri 12-28 ára gomlu genturnar, tí landið rindar útreiðslurnar til koppseting og samsýning til kommunulæknar fyri at koppseta. Koppsetingarnar verða framdar sambært vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen.
Aldursmark
Í sambandi við tilboðið um koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba hevur tað verið umrøtt, hvør aldursbólkur skal fáa hetta tilboð.
Eftirsum HPV-smittan er vanlig hjá ungum, er tað týdningarmikið, at koppsetingin verður veitt tíðliga – og helst áðrenn genturnar verður seksuelt virknar. Sambært tilmælinum hjá Sundhedsstyrelsen er koppsetingin fyribyrgjandi og skal hon tí veitast áðrenn gentan hevur fingið HPV-smittuna fyri at verða effektiv. Tað er ikki ávíst nøkur effekt av koppsetingini hjá gentum, sum hava ella hava havt eina HPV-infektión við teimum virus, sum koppsetingin verjir ímóti.
Sundhedsstyrelsen mælir til, at koppsetingin fer fram, tá genturnar er uml. 12 ára gamlar. Sundhedsstyrelsen metir, at flestu gentur í aldrinum 12–16 ár kunnu hava fult gagn av koppsetingini. Eisini gentur, sum eru eldri enn hetta, kunnu hava gagn av koppsetingini, um so er, at tær ikki hava fingið HPV-virus. Tað er sostatt ikki tann biologiski aldurin, sum er avgerandi fyri koppsetingina, men tann seksuelli aktiviteturin.
Orsøkin til 14-ára aldursmark í Føroyum
Landslæknan fyri at fáa heilsufakliga ráðgeving um, hvønn aldursbólk tað var rættast at fara undir at koppseta. Landslæknin helt, at tá tað ikki bar til at seta aldursmørkini, sum Sundhedsstyrelsen mælir til í gildi, so var tað rættast at byrja at koppseta gentur í eldra endanum – og við støði í ráðgevingini frá Landslæknanum valdi Heilsumálaráðið at áseta, at gentur, sum vóru føddar í 1995 og sum fyltu 14 ár í 2009 kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein. Sum nevnt omanfyri er aldursmarkið broytt til at genturnar skulu vera 12 ár, tá koppsetingin kann byrja og skulu hava fingið øll trý prikini áðrenn tær fylla 28 ár.Í Heilsumálaráðnum varð tosað nógv um, hvør aldursbólkur skuldi fáa hetta tilboð í Føroyum. Tá fíggjarlógin varð samtykt, var 1 mió. kr. settar av til koppsetingina. Hetta var ikki nóg mikið til at koppseta ein árgang av gentum. Í Føroyum verða tað føddar umleið 350 gentur árliga. Og kostnaðurin av at koppseta 350 gentur er uml. 1,3 mió kr. Hetta hevði við sær, at tað bar ikki til at seta tilmælið frá Sundhedsstyrelsen í gildi í Føroyum. Heilsumálaráðið vendi sær tí til
Heilsumálaráðið veit í løtuni ikki, hvussu nógvar gentur fara at taka av tilboðnum um at koppseta seg ímóti lívmóðurhálskrabbameini, men tey vóna, at allar fara at gera tað. Í sínum útrokningum roknar Sundhedsstyrelsen við, at eini 85 % av einum árgangi verða koppsett ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Heilsumálaráðið hevur kannað, hvussu nógv børn verða koppsett, og tað vísir seg, at títtleikin sum heild er sera høgur í Føroyum – í summum førum er koppingartíttleikin heili 96%.
Hví gentur og ikki dreingir verða koppsett
Sundhedsstyrelsen hevur umrøtt spurningin, um dreingir eisini skulu koppsetast fyri HPV-virus. Kanningar av effektini av koppsetingini av ungum dreingjum eru gjørdar, men enn eru kanningarúrslitini ikki tøk. Og tí heldur Sundhedsstyrelsen, at tað er ikki grundarlag fyri at mæla til, at dreingir eisini verða koppsettir fyri HPV-virus. Við tað at gentur verða koppsettar og harvið ikki fara at bera smittuna víðari, roknar Sundhedsstyrelsen við, at talið av dreingjum, sum fáa smittuna eisini fer at minka. Smittuvandin lækkar, og tí verða færri smittað – eisini sjálvt um tey ikki eru koppsett. Sí seinasta nýggja um koppseting av dreingjum við at trýsta her.
Screening fyri lívmóðurhálskrabba
Sambært Sundhedsstyrelsen er koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba eitt fyribyrgjandi tiltak, og tí fara vit ikki at síggja ein mun í tilburðum av lívmóðurhálskrabbameini fyrr enn um eini 20 ár. Sundhedsstyrelsen roknar tó við, at vit um eini 10 ár fara at síggja ein mun í talinum av forstadium av lívmóðurhálskrabba.
Hóast farið verður undir at koppseta gentur ímóti lívmóðurhálskrabbamein, so mælir Sundhedsstyrelsen til, at kvinnur framhaldandi fara til lækna og fáa framt kanningarnar fyri lívmóðurhálskrabbamein.
Viðkomandi leinki:
http://www.hmr.fo/Default.aspx?pageid=8267
Tak niður faldara um HPV-koppseting her