Hvat er lívmóðurhálskrabbi?
Lívmóðurhálskrabbi er ein sera álvarsom sjúka, og telist millum tey sløgini av krabbameini, sum oftast rakar kvinnur. Í Føroyum fáa umleið 10 kvinnur árliga staðfest lívmóðurhálskrabba. Helmingurin av kvinnunum eru yngri enn 45 ár – og eisini heilt ungar kvinnur kunnu fáa sjúkuna. Á hvørjum ári doyggja fleiri hundrað túsund kvinnur kring um í heiminum av lívmóðurhálskrabba. Sambært WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, er hetta tað slagi av krabbameini, sum krevur flest kvinnulív í landsynnings- Asiu og Afrika, og næstflest í Amerika. Men eisini í Evropu ger sjúkan um seg.
Tíverri hava vit ikki nágreinilig føroysk hagtøl, men árini 1994-2006 varð staðfest at í minsta lagið 15 kvinnur í Føroyum doyðu av lívmóðurhálskrabba. Tað merkir, at tað á hvørjum ári doyggja nakrar kvinnur, av einari sjúku, sum tað ber til at fyribyrgja. Hvørji sjúkueyðkenni eru fyri lívmóðurhálskrabba:
Vanligastu sjúkueyðkennini eru:
- tað bløðir úr skeiðini millum mánasjúkuna
- tað bløðir í samband við samlegu
- blettbløðing í sambandi við ítrótt og tílíkt
Onnur sjúkueyðkenni kunnu vera útflot, sum er brúnligt, blóðugt og/ ella luktar illa. Slík eyðkenni kunnu eisini standast av øðrum enn lívmóðurhálskrabba, men hevur ein eitt ella fleiri av hesum eyðkennum, so eigur ein at lata seg kanna hjá læknanum.
Hvussu verður lívmóðurhálskrabbi viðgjørdur?
Hvør viðgerð verður givin, valdast hvørjum stigi sjúkan er á, tá hon verður staðfest. Fyrsta stigið kann viðgerast við sonevndum kílaskurði, ella við at taka burtur alla
lívmóðrina. Er sjúkan komin longri, er neyðugt at viðgera við strálu- og kemoterapi umframt at skurðviðgera.
Hvør er orsøkin til lívmóðurhálskrabba?
Høvuðsorsøkin til lívmóðurhálskrabba er virusið Human Papillomavirus (HPV). HPV er felagsheiti fyri fleiri enn 100 ymisk sløg av virus. Summi teirra kunnu føra við sær kyknubroytingar, sum kann menna seg til krabbamein.
Lívmóðurhálskrabbi verður býttur í fýra stig
Stig I:
Krabbaknúturin er avmarkaður til lívmóðurhálsin
Stig II:
Krabbin hevur breitt seg uttan fyri lívmóðurhálsin og víðari niður í skeiðina ella út til síðurnar.
Stig III:
Krabbin hevur breitt seg enn longri.
Stig IV:
Krabbin er farin víða og er komin í bløru, tarm ella onnur gøgn.